Virksemi
Ígjøgnum dagin er nógv virksemi í barnagarðinum.
Vit lesa søgu, perla, tekna, leggja putlispæl, spæla úti, klippa, byggja lego, lurta eftir fløgu, tekna, ganga túr, syngja, renna, vitja hvønn annan, mála, spæla og mangt mangt annað.

Vit fara túrar út av húsinum, annaðhvørt øll saman, ella í minni bólkum. Ofta verður farið túrar í hagan við Toftavatn, har er tað frítt at spæla. Vit vitja eisini spæliplássið við skúlan og bókasavnið, vit eru inni í Bylgjuni ella spæla vit uttanfyri við fótbóltsvøllin, vit vitja Ellisheimið og so ganga vit túrar í Runavík.

Vit spæla í okkara felagsrúmi, sum vit kalla Stórastova.

Stórastova hevur nógv ymsik stimbrandi amboð, og ein barnavinarligan køk.
Tað er eisini her, vit samlast, einaferð um vikuna, at syngja saman.
Vit hava eitt gott spælipláss,
har tað altíð ber til at finna ein góðan krók at spæla í.
Tí kunnu vit spæla úti hvønn dag.

- Og tað gera vit.