Ársætlan
Ígjøgnum árið hava vit ymiskt virksemið fyri børnunum sum ganga á stovninum –
Foreldur – tit mugu bara halda eyga við talvurnar, og endiliga spyrja starvsfólkini.

Bylgjan
Barnagarðurin hevur 2 tímar í Bylgjuni hvørja viku. Vit skipa hetta soleiðis, at triðjuhvørja viku skiftast teir tríggir árganginir av barnagarðsbørnunum at fara í Bylgjuna. Vit spæla spøl saman, og børnini sleppa at spæla við amboðini.
Vøggustovubørnini skiftast eisini um at fara í Bylgjuna.
Ísamband við mentunnarvikuna, hjá Runavíkar kommunu, sum er í september/oktober, arbeiða vit við eini framsýning.
Tit eru vælkomin at vitja framsýningina, sum vit hava í barnagarðinum.

Ein dag í desember hava vit jólahald fyri børnunum.

Hendan dagin fáa børnini jóladøgurða, tá er ikki neyðugt við matpakka.
Ein fríggjadag í desember vitjar jólamaðurin á loftinum – tað er eitt loyndarmál, hann hevur kanska okkurt at geva børnunum.

· Føstulávintmánadag , hava vit tunnusláing, fyri børnunum. Børnini fáa okkurt heitt til matna á middegi, og seinnapartin uml.kl 14 fáa tey føstulávintsbollar. Eftir hetta er føstulávints-tiltakið liðugt. Børnini skulu helst vera grýlukødd, tó ikki í masku. Um børnini ikki eru málaði heimanifrá, kunnu vit mála tey.

Tá vit hava hjóldag kunnu børnini hava okkurt rullandi við, s.s súkklu, vogn, rulluskoytir o.a. Hjálm og aðrar verjir mugu børnini hava við sjálvi. Hjóldagin brúka vit p-plássið frammman fyri barnagarðin. Vit skipa dagin soleiðis, at ikki øll rulla samstundis.
Tá vit hava grilldag , er ikki neyðugt at hava matpakka við.
Tá vit ganga uppum til Rituvíkar , eru foreldur hjartaliga vælkomin við. Tað er stuttligt at uppliva hvussu røsk børnini eru at ganga.
Øll børnini í barnagarðs-aldri ganga uppum. Tá vit eru komin til Rituvíkar, eta vit matpakkan úti í skúlagarðinum í Rituvík. Tí er umráðandi hendan dagin, at matpakkin er útivinarligur. Barnagarðurin bjóðar sunnikist til børnini, tey vaksnu fáa kaffi og the.
Tá vit hava etið, og heilsa uppá tey vit kenna og spælt eina løtu í skúlagarðinum í Rituvík, fara vit aftur í okkara barnagarð, við bussinum.
Um várið hava vit várveitslu.
Elsti árgangur og foreldur/avvarðandi verða boðin í veitslu, tí vit ynskja at siga farvæl við tykkum. Veitslan er frá uml.kl 18.00-19.30. Vit bjóða eina máltíð, og okkurt loyndarmál er eisini á skránni.