Skip to content Skip to main navigation Skip to footer

Góðan morgun og farvæl

Vit leggja stóran dent á at taka væl ímóti barninum hvønn dag, soleiðis at tit merkja, at tað er í góðum hondum. Tað er av stórum týdningi at foreldur koma inn á stovuna, við barninum, at siga góðan morgun. Tað er somuleiðis sera umráðandi, fyri tryggleikan hjá barninum, at foreldrini siga farvæl við barnið.
Umráðandi er at tit siga starvsfólkunum frá, áðrenn tit fara heim við barninum.
Um tað er annar enn foreldur sum koma eftir barninum, sigið okkum so frá.

Klokkan 9.30

Byrja aktivitetirnir á Mýrunum og er tað umráðandi at børnini eru her til ásettu tíð. Um ikki, ger avtalu við starvsfólkið á stovuni, nær barnið kann koma.

Klæðir
Vit eru úti hvønn dag .
Børnini skulu altíð hava undirbuksir, undirtroyggju, sokkar, buksir og blusu. Best er at hava tvey sett av skiftiklæðum. Hav klæðini í tasku.
Børnini skulu eisini hava hesi yvirklæði við: gummistylvar, skógvar, regnklæðir, húgvu, troyggju, jakka, hosir, vøttir og kavadrakt.
Fyri at kunna halda skil á øllum klæðunum, skal navn ella annað frámerki standa í øllum klæðunum.
Hyggið sjálvi eftir, um klæði mangla.

Matur

Børnini kunnu hava morgunmat við.
Tey fáa frukt á morgni til samlingina kl 9.30.
Børn, sum eru heilan dag, hava matpakka við. Setið navn á mateskjuna. Vit eta matpakka uml kl. 11-12.00.
Stovurnar hava matdag hvørja/aðru hvørja viku, kunnið tykkum við mannagongdina á stovuni har barnið gongur.
Børnini fáa lættan kost til millummála uml.kl 14.30 – 15.00 .

Leikur

Børnini kunnu fegin hava leikur við á stovnin, men tað er uppá egnu ábyrgd. Um leikur, sum barnið eigur, brotna ella hvørva, hevur stovnurin onga ábyrgd av hesum. Onkrar stovur hava leikudag. Setið navn á leikurnar.

Sjúka

Um barnið er sjúkt ella illa tilpassar, og ikki kann fylgja einum gerandisdegi, kann tað ikki koma á stovnin. Vit taka ikki ímóti børnum sum hava smittandi eygnabruna, barnasár ella lús. Um barnið verður sjúkt, meðan tað er á stovninum, ringja vit til foreldrini. Vit geva ikki heilivág.
Boðið frá , tá ið barnið verður heima vegna sjúku ella frídag.

Sóldagar smyrja foreldrini børnini inn við sólkrem, áðrenn børnini koma til okkara, vit smyrja tey aftur seinnapartin.

Vøggustovubørnini brúka eina blæu um dagin frá sær sjálvum, og fáa síðani blæur frá stovninum. Barnagarðsbørn skulu sjálvi hava blæur við.