Skip to content Skip to main navigation Skip to footer

Søgan hjá Barnagarðinum á Mýrunum

Áðrenn Barnagarðurin á Mýrunum var bygdur, húsaðist barnagarðurin, í Runavíkar Kommunu, í kjallaranum, á posthúsinum, í Saltangará, og æt tá Kongshavnar Barnagarður.

Barnagarðurin á Mýrunum, lat upp á Mýruvegi, í august 2003. Barnagarðurin á Mýrunum er ein kommunalur stovnur, undir Sosialu deild, í Runavíkar Kommunu.Við nýggja bygninginum, bøttust umstøðurnar, hjá dagstovnaøkinum munandi. Eisini gjørdist rúm fyri fleiri børnum, í nýggja barnagarðinum.

Kommunan rindar 70% av rakstrarútreiðslunum, meðan foreldrini rinda 30%.